Tann 29. novembur 2016 skrivaði The New York Times eina nógv umrødda grein við yviskriftini How Stable Are Democracy ‘Warning Signs Are Flashing Red’[1], høvundurin var Amanda Taub. Greinin var skrivað við støði í aðrari grein hjá Roberto Stefan Foa og Yascha Mounk, sum stutt eftir varð kunngjørd í tíðarritinum Journal of Democracy[2]. Greinin í The New York Times vakti sera stóran ans, og elvdi til kjak í akademiska umhvørvinum, serstakliga á sosialu miðlunum.
Í eini fyrri útgávu av Journal of Democracy hava Foa og Mounk eina grein teir kalla The Danger of Deconsolidation ‘The Democratic Disconnect’, har teir gera nógv burturúr hvussu óstøðugt fólkaræði tykist vera[3]. Í somu útgávu hevur Ronald F. Inglehart eisini eina grein hann kallar How Much Should We Worry[4], har hann í mestan mun mótmælir greinini hjá Foa og Mounk. Stutt eftir greinina í The New York Times, hevur Erik Voeten eina grein í The Washington Post hann kallar fyri No, people really aren’t turning away from democracy[5].
Kieran Healy hevur í bók síni, Data Visualization: A Practical Introduction, chapter 1.2.2[6], umrøtt serstakliga greinina í Journal of Democracy, og ikki minst, hví hendan greinin fekk so nógva umrøðu í akademiska umhvørvinum. Hann lýsir hvussu vánaligur grafikkurin er sum Foa og Mounk nýta. Myndin fyrst í greinini er tekniskt sæð væl úr hondum greidd og bendir á gott handverk. Men innihaldið er serstakliga misvísandi og vísir veruliga hvussu lætt tað er at lúgva við hagfrøði. Sambært Kieran Healy er henda myndin orsøkin til tað umfatandi kjakið sum hevur verið á sosialu miðlunum um evnið. Hann heldur eisini uppá, at var hendan myndin ikki, vildi The New York Times als ikki havt skriva um hetta yvirhøvur. Myndin vísir data um hesi 6 londini, Svøríki, Australia, Háland, USA, Nýsæland og Stóra Bretland.
Í hesum riti verður ikki tikið støða til tað politologiska og ella sociologiska kjakið ið hevur verið um greinina hjá Foa og Mounk. Her verður heldur lýst eitt dømi um hvat ein hagfrøðiliga kann fáa burturúr hesum báðum nógv umrøddu spurningunum um fólkaræði í hesum 6 londunum.
Spurningarnir sum lýstir verða eru:
Data verður tikið úr einum felags datagrunni hjá teimum báðum almanna-gagnligu felagsskapunum World Values Survey og European Values Study[7]. Data verður innlisið við survey[8] pakkanum í programmeringsmálinum R[9]. Data er vekta í mun til kyn, aldur, øki og útbúgving fyri hvørt einstakt land. Í talvu nr. 3.1 er víst hvør hevur gjørt stakroyndirnar har WVS7 kanningin merkir bylgja nr. 7 hjá World Values Survey og EVS5 merkir bylgja nr. 5 hjá European Values Study.
Ymist er fyri hvørt landið hvussu data er fingið til høldar. Fyri Stóra Bretland, og Svøríki er data savna við persónligum samrøðum. Fyri Háland og USA er data savna lutvíst sum persónligar samrøður og sum web-survey. Fyri Australia og Nýsæland er data savna sum vanligur postur.
Í talvu nr. 3.1 sæst hvussu nógv manglar í mun til tey sum eru spurd. Her er tað serstakliga Háland sum manglar óvanliga nógv svar. Spurd eru 2.404 meðan svarini eru 1.848 og 556 mangla. Tey manglandi svarini í talvuni eru í flestu førum har respondenturin svarar Veit ikki, nøkur hava heilt einfalt ikki svara yvirhøvur, meðan restin, eru nøkur fá, har onki svar er av øðrum, ikki nevndum, orsøkum. Tað sama vísir seg fyri hini londini.
Í kanningum sum hesum vil altíð mangla data, vit fáa ongantíð øll at svara. Hetta er ein stórur trupulleiki, tí hetta brýtur regluna um randomisering, og stakroyndin verður ikki umboðandi til estimering av populatións estimatum. Millum annað av tí sama, eru mentir hagfrøðiligir arbeiðshættir at imputera tey manglandi data á ópartískan hátt. Til dømis har sum respondenturin letur vera við at svara ávísum spurningum, er ofta gjørligt at fremja multipla imputering við støði í svari av øðrum variablum í kanningini. Men eitt sum alt ov ofta er við í spurnarkanningum er svarmøguleikin Veit ikki. Hesin svarmøguleikin, er av onkrari løgnari grund, mestsum altíð at síggja í spurnarkanningum, sum til dømis kanningar um hugburð og aðrar kanningar av kategoriskum slag. Trupulleikin við svarmøguleikanum er, at hann er so fleirtýddur, at ongin í veruleikanum veit hvat fyri meining liggur aftanfyri svari. Um kanningin, millum annað, hevur til endamáls eisini at lýsa manglandi vitan av einum hvørjum slag, so eigur í staðin fyri orðingina Veit ikki, heilt ítøkiliga at verða lýst hvat tað er sum respondenturin møguliga ikki veit nakað um. Ein trupulleiki afturat er, at fyri svari Veit ikki, kann ikki nøkur hagfrøðiliga forsvarlig imputering gerast. Hóast tað ljóðar sum ein tvørsøgn, so er manglandi svar munandi meiri upplýsandi og nyttugt, tí hetta kann í flestu førum imputerast fyri.
Land | Landakoda | Kanning | Spurd | n | Manglar | Tíðarskeið |
---|---|---|---|---|---|---|
Australia | AU | WVS7 | 1.813 | 1.623 | 190 | 2018 |
Stórabretland | GB | EVS5 | 1.788 | 1.506 | 282 | 2018 |
Háland | NL | EVS5 | 2.404 | 1.848 | 556 | 2017-2018 |
Nýsæland | NZ | WVS7 | 1.057 | 820 | 237 | 2019-2020 |
Svøríki | SE | EVS5 | 1.194 | 1.104 | 90 | 2017-2018 |
USA | US | WVS7 | 2.596 | 2.483 | 113 | 2017 |
Vit taka 8 variablar úr spurnarkanningunum, sí talvu nr. 3.2, har tveir verða brúktir sum respons variablar meðan seks variablar verða brúktir sum forklárandi variablar. Responsvariablarnir eru Democracy har svara verður um hvønn týdning fólkaræði hevur á einum skala frá 1 til 10, og Diktator har svara verður í hvønn mun einum dámar at landið verður stýrt av einum sterkum einaræðis kendum leiðara. Í fyrstu atløgu verður Árgangur brúktur sum forklárandi variabul í lýsingini av nógv umtalaðu myndini í greinini hjá Foa og Mounk. Í aðru atløgu, tað vil siga í inferentiellu viðgerðini, verður Aldur nýttur sum forklárandi variabul í staðin fyri Árgangur. Hesir forklára í roynd og veru neyvt tað sama, men Aldur tykist tó lættari at tulka.
Variabul | Frágreiðing |
---|---|
Land | AU, GB, NL, NZ, SE, US |
Kyn | Kvinna ella Maður |
Árgangur | Føðiár |
Aldur | 1 ára aldursbólkar 18-82 ár |
Democracy | Hvønn týdning hevur Fólkaræði 1-10 |
Diktator | Fyrimunur við sterkum einaræðis kendum leiðara 1-4 |
Educ | Lægri ella hægri útbúgving. Hægri = Bachelor ella hægri |
Inntøka | Húsarhaldsinntøka er yvir ella undir median inntøku |
Spurningur nr 1 um fólkaræði er á einum skala frá 1 til 10 har 1 merkir Ongan týdning og 10 merkir Avgerandi týdning, onki verður upplýst um hvat ið tølini 2 til 9 merkja. Tað er altíð ógvuliga ivasamt hvussu ein slíkur variabul skal tulkast. Fyrst og fremst má ein staðfesta at talan er um ein ordinalan nominal variabul, tað vil siga at tølini 1 til 10 eru ikki virðir í støddfrøðiligum høpi men einans nøvn. Endamálið við navnagávuni 1 til 10 er fyri at fáa respondentin at hugsa um hvat hann hellir mest til í raðfylgjuni har til dømis 1 er minst og 10 er mest. Ein spurningur greinarin má seta, er um hvørt talan er um eina miðu í hesum spurninginum. Sum spurningurin er orðaður, er neyvan ivi um, at møguleiki er fyri, at respondentar kunnu verða so mikið ivandi um í hvørjum borði teirra meining hoyrir heima, at teir vilja velja eina neutrala støðu. Trupulleikin við neutralari støðu á hesum skala er hann hevur onga miðu, tí miðan er millum 5 og 6. Okkurt er eisini sum bendir á, at respondenturin, í knappari støðu, heldur 5 vera miðuna á skalanum 1 til 10, sí mynd nr. 3.1.