Politikararnir mugu vakna úr dvala
Jón Joensen, hagfrøðingur, heldur lítið um, at føroyska samfelagið brúkar nógva orku uppá ferðavinnu og aðrar vinnur, sum hann kallar óproduktivar, tí tær ikki geva tað samfelagsliga íkast, sum slíkar vinnur eiga at gera. Ístaðin eiga myndugleikarnir at leggja dent á, at fólk brúka orkuna har, sum hon ger mest nyttu, og tað er har, sum okkara egna fólk spyr eftir henni. – Tað er øgiliga avgerandi fyri vælferðina í landinum, sigur hann.
Sveinur Tróndarson
Mín pástandur er, at vælferðin í landinum er fallandi. Tá vit ikki hava nóg mikið av fólki at veita tær tænastur, sum vit skulu brúka, so fáa borgararnir í landinum ikki tað, sum tey spyrja eftir, og tað merkir stutt og greitt, at vælferðin er verri enn hon var.
Jón Joensen, ið arbeiðir sum hagfrøðingur á Hagstovu Føroya, er bersøgin, tá hann úttalar seg um samansetingina av føroyska fólkinum.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdi hann eina framrokning, sum vísti, at føroyska samfelagið fer at renna seg inn í stórar avbjóðingar, tí talið av fólki á arbeiðsmarknaðinum minkar samstundis sum talið av eldri borgarum, sum eru farin um pensjónsaldur, økist. Hetta tað talið økist í stórum, øgiliga stórum, greiðir hann frá, tá vit hava sett okkum við borðið í køkinum á Dimmalætting, har vit gera hetta prátið.
Umstøðurnar í samfelagnum eru broyttar, so talið av eldri borgarum er stútt og støðugt vaksið, og tað merkir, at talið av teimum, sum fara av arbeiðsmarknaðinum, hevur verið vaksandi. Ein av orsøkunum til tað er, at vit hava tað betri og liva longri, men eisini akkurát tað er ein av teimum størstu orsøkunum til, at vit fara at fáa størri og størri trupulleikar av samansetingini av fólkinum. Tí eitt er, at tað eru fleiri eldri, sum fara av arbeiðsmarknaðinum, tey liva longri og gerast tá tyngri at røkja, sigur hann.
Akkurát tað er, sambært honum, ein samfelagsavbjóðing, sum skal loysast. Og hon skal loysast skjótt, so hon ikki gerst ein stórur samfelagstrupulleiki, vísur hann á.
Úlvurin er komin
Tað hevur verið tosað nógv um samansetingina av føroyska fólkinum. Fyri nøkrum árum síðan vísti ein framrokning, sum júst Jón Joensen stóð fyri, at talið av eldri fólki fór at gerast ein avbjóðing fyri føroyska samfelagið. Tá vórðu nakrar atfinningar ímóti framrokningini hjá Jón Joensen, sum sambært kritikarunum millum annað brúkti skeiva metodu, sum hevði við sær, at úrslitið av framrokningini gjørdist ov dapurt. Men í einari tíðargrein í blaðnum í dag, sum hann kallar “Nær kemur úlvurin”, vísur Jón Joensen, hesum atfinningum aftur, og har vísur hann á hagtøl, sum sambært honum prógva ta framrokning – ella staðfesta, um tú heldur vilt tað – sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðan. Tað er akkurát tað sum tølini gera. Tey vísa, at vit slett ikki skulu spyrja nær úlvurin kemur, tí hann er komin fyri fleiri árum síðan. Faktiskt byrjaði tað fyri nógvum árum síðan, og vit hava jú eisini staðfest, at tørvurin á starvsfólki til at loysa hesar uppgávurnar er øktur, og fyri heilt stuttum hevur stjórin í Almannaverkinum verið úti við sama boðskapi, og tann boðskapin eiga myndugleikarnir at taka í øgiliga stóru álvara, sigur Jón Joensen.
Hann vísir eisini á boðskapin hjá forkvinnuni í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, sum eisini alment hevur boðað frá, at álvarslig stig skulu takast fyri at fáa tamarhald á støðuni, og hann tekur undir við henni. Satt at siga skuldi hon verið nógv meira atfinningarsom og nógv hvassari í sínum boðskapi, tí hetta fer at gerast ein stórur samfelagstrupulleiki. Tað er ikki ein spurningur um, tað er ein spurningur hvussu stórur trupulleikin verður. Og í grundini eru tað politikararnir sum eiga ta avgerðina. Tí tey eru faktiskt tey einastu, sum kunnu gera nakað, sigur Jón Joensen.
Tilflytingin munar einki
Seinastu nógvu árini hava vit sæð fólkatalið í Føroyum økjast. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru vit fleiri enn 50.000 fólk í landinum, og sambært Hagstovu Føroya búðu gott og væl 53.000 fólk í Føroyum, tá gjørt varð upp seinast, sum var tann 1. mars.
Men sambært Jón Joensen loysir tilflytingin einki problem, til tað er hon alt ov lítil og tí er lutfallið millum talið av fólki á arbeiðsmarknaðinum og talið av pensjonistum framvegis fallandi. Tá gjørt varð upp í 2013 var lutfallið 4,58 og ein uppgerð fyri 2020 vísir, at talið er komið niður á 4,02. Tað vil siga, at við vaksandi fólkatali og støðugari tilflyting, gerst standurin verri og avbjóðingin størri.
Tað positiva, sum tú kanst siga um tilflytingina er, at høvdu hesi fólkini ikki komið, so hevði bara staðið uppaftur verri til. Tað er tó ein sannroynd, at tilflytingin munar so at siga slett einki, sigur Jón Joensen.
Hann hevur eina frágreiðing uppá hví tað er so. Orsøkin er einføld tann, at fólki í Føroyum er vorðið so nógv eldri, at nógv fleiri fólk fara av arbeiðsmarknaðinum, og tí vísir ein útrokning, at tilflytingin skuldi havt verið uppá góð 8.000 fólk bara fyri at halda lutfallinum á sama støði, greiðir hann frá. Tí hevur hann eisini eina hvassa viðmerking til politisku leiðsluna, sum gjørdi stóran háva burturúr, tá fólkatalið fór uppum 50.000.
Tá troppaði løgmaður upp á føðideildini við blómum, tí nú var føroyingur nummar 50.000 her. Men hann var heilt einfalt á skeivum stað. Hann skuldi heldur verið farin á eitt ellisheim og givið einum búfólki har blómurnar fyri ikki at doyggja, sigur hann og hyggur øgiliga støðufastur uppá meg.
Ferðavinnan er ein trupulleiki
Jón Joensen er øgiliga avgjørdur um, at tað í grundini ikki ber til at gera nakað við gongdina, tí har er einki sum vit kunnu gera. Ikki annað enn at taka tey røttu stigini og røttu avgerðirnar, og tað inniber millum annað at fáa fleiri starvsfólk inn í tær vinnur, sum skulu veita eldri fólki tænastur.
Men hvussu fær man tað?
Hetta er ein starvsbólkur, sum heldur er minkandi enn vaksandi og lønarlagið er ikki serliga lokkandi.
Tað er akkurát har, sum myndugleikarnir skulu seta inn. Vit skulu gera tað meira lokkandi at taka hesar útbúgvingarnar og vit skulu gera tað meira lokkandi at arbeiða í hesum vinnunum, tí hesar vinnurnar skapa vøkstur í føroyska samfelagnum fyri føroyingar, sigur hann.
Men hava vit starvsfólkini til tað?
Bæði ja og nei. Eg haldi at vit hava tey, men vit raðfesta skeivt, tí vit velja at brúka tey aðrastaðni, sigur Jón Joensen.
Hvussu skal tað skiljast?
Myndugleikarnir vilja ikki hoyra talan um at hækka lønirnar hjá teimum, sum veita røktartænastur og tað sum líkist tí, men teir oysa, uttan at hugsa seg um, pening í ferðavinnuna, sum próvfast er ein óproduktiv útflutningsvinna, sum ikki skapar nakran vøkstur í samfelagnum. Hon er ein útflutningsvinna, sum skapar útflutningsinntøkur og valuta, og hesum pengunum hava vit slett ikki brúk fyri, tí vit hava longu sum er ein valutareserva sum táttar í einar 14 milliardir krónur, sigur Jón Joensen.
Hann fer víðari:
Tað er ikki ferðavinnan sjálv, sum er trupulleikin, men tað er tað, at hon generelt er óproduktiv. Ikki bara her hjá okkum, men allastaðni. Tí hygg, tá tú fert at ferðast, hvør er tað tá, sum veitir tænasturnar? Lokalu fólkini? Nei, tað eru fólk úr láglønarlondum, sum koma til. Har eru vit slett ikki, og tí brúka vit okkara egnu fólk, sum høvdu gjørt nógv størri samfelagsnyttu í øðrum vinnum, sigur Jón Joensen.
Hava ráð til hægri lønir
Ein politisk avbjóðing er at fáa fíggjarlógina til at hanga saman. Tí verður politiskt tosað um at halda almenna sektorinum niðri, tí annars er vandi fyri at skattatrýstið gerst ov høgt.
Men endar hetta, sum Jón Joensen tosar um, ikki akkurát við tí, at almennu útreiðslurnar hækka?
Jú, tað gera tær, men tað syrgiliga er, at vit sum samfelag hava ráð til tað. Vit teljast millum ríkastu samfeløg í heiminum og pengarnir eru her. Politikararnir velja bara at lata vera við at taka teir inn. Vit tosa allatíðina um skattatrýstið, sum er tað so høgt í Føroyum. Tað er tað ikki, tí skattatrýstið hjá okkum er avgjørt í tí lægra endanum. Og so hevur politiska skipanin eisini møguleika at taka pengar inn frá vinnuni, sum í denn grad hevur ráð til at gjalda, sigur hann.
Jón Joensen vísir á, at hetta ikki bara snýr seg um ferðavinnu, tí politiska skipanin hevur valt at lata flotan sleppa frá at gjalda, og úrslitið av tí er, at helvtin av tilfeingisrentuni fer til at dekka hallið hjá tí partinum sum ikki hevði borið seg, um skipini skuldu gjalda tilfeingisgjald. - Aftur her; myndugleikarnir stuðla óproduktivum vinnum og taka fólk frá tí partinum av vinnum, sum veruliga hevði økt um vælferðina í landinum. Tað er eitt politiskt val, at man letur standa til og tað er skeivt, sigur hann.
Og so kemur hann við einari áheitan:
Vit eiga at rokna út, hvat vit fáa burturúr, í mun til offurkostnaðin, um vit gera tær broytingarnar, sum skulu gerast. Tað, sum vit høvdu komið til var, at man skuldi bøtt umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða í teimum tænastuvinnum, har vit í løtuni mangla fólk. Man skuldi gjørt tær so nógv betur, at tað hevði drigið fólk til. Skuldi ferðavinnan tá kappast um fólk hevði hon eisini verið noydd til at gjørt umstøðurnar betri, og til dømis hækka lønirnar, og so hevði tað blivið so nógv dýrari hjá fólki at ferðast hendavegin, at ferðavinnan ivaleyst hevði steðgað av sær sjálvari, sigur Jón Joensen.
Men missa vit sum samfelag einki av tí?
Ikki búskaparliga. Hvat ein einstakur persónur missur er ikki samfelagsliga áhugavert. Tað sum er samfelagsliga áhugavert er, at vit skulu skapa vøkstur í samfelagnum, og tað ger ferðavinnan ikki. Hygg eftir tølunum. Hon rindar bara lønir, og íkastið til búskapin er bara tvey prosent ella har á leið, sigur hann.
Vaknið!
Hann er bersøgin, hagfrøðingurin, sum hevur arbeitt á Hagstovu Føroya síðan 2007. Tað er hann, tí tølini sambært honum vísa, at tað skal handlast og ikki bíðast. Gongdin er skeiv og tað, sum politikararnir kunnu gera nakað við er at fáa fólk inn á tey økini, har tey kunnu gera mun fyri føroyingar.
Tað gera vit ikki við at brúka fólk í ferðavinnuni, sum ikki skapar nakað. Tað gera vit við at fáa fleiri fólk inn í tey fak, har tað veruliga er tørvur á teimum. Har pensjonistarnir hava brúk fyri teimum. Hesin tørvur fer at økjast munandi í tíðini sum kemur, tí vit gerast eldri og eldri, og sjálvt um vit klára okkum betur og halda longri, so krevja vit uppaftur fleiri tænastur, tey seinastu árini, sigur Jón Joensen.
Tí er hann øgiliga avgjørdur, tá hann vendur sær til politikararnar nú.
Vaknið! Og takið tær røttu avgerðirnar nú. Vit hava upplýsingarnar, sum prógva tað, sum eg sigi. Brúki tær, sigur hann.