This work is licensed under a Creative Commons Attribution 4.0 International License.
Gongdin í fólkatalinum, og haldførið í búskapinum, er í hesum døgum aftur á breddanum í almenna rúminum. Misjavnt er hvussu hetta verður umrøtt. Onkur málar myndina dapra meðan onnur halda, at støðan er ikki so ring kortini. Ikki tí, vit hava nógv hagtøl um hvussu gongdin í fólkatalinum, og sjálvum aldursbýtinum, hevur verið, umframt hvussu hetta mest sannlíkt fer at verða.
Tann 18. mai 2015 helt Búskaparráði ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um haldførisavbjóðingina í føroyska búskapinum. Sjálvur legði eg fram eina stokastiska fólkatalsframrokning, sum eisini var partur av haldførisútrokningini. Boðskapurin í framrokningini var í stuttum, at aldursbýti verður so skeivbýtt, at serstøk tiltøk mugu sum skjótast setast í verk, fyri at vælferðini skal verða lív laga. Móttøkan hevur verið misjøvn. Framrokningin hevur verði skýrd dómadagsforsøgn, tí rópt verður úlvurin kemur.
Síðani 2013 hava vit havt eina metstóra tilflyting netto. Fólkatalið fór upp um 50.000 í 2017, og nógv hóvasták varð gjørt burturúr. Løgmaður møtti upp á føðideildini, við blómum og føgrum orðum, um hesa serstøku positivu vend sum var íkomin gongdina í fólkatalinum.
Seinastu árini hava vit mána eftir mána hoyrt um positiva gongd um vøkstur í tilflyting og burðaravlop. Kringvarpið hevur havt longri sending um gongdina frá Exit-Føroyar til Enter-Føroyar.
Danski Tjóðbankin kunngjørdi tann 16. desembur 2020 eina greining um føoyska búskapin teir kalla “Hákonjuktururin í Føroyum niður í ferð”. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur skrivaði tann 30. desembur 2020 eina tíðargrein í Dimmalætting um hesa greining. Báðir partar tykjast samdir um, at støðan viðvíkjandi haldførinum er ikki so ring kortini sum fólkatalsframrokningin boðar frá. Johnny skrivar m.a. soleiðis í Dimmalætting:
Undir núverandi uppgongutíðum eru nógv fólk flutt til Føroya. Lívskorini í Føroyum eru í dag betri enn tey vóru í 1990-unum, og tí er iki víst, at fráflytingin verður so stór, tá pílarnir fara at peika niðureftir. Tað vísir, at tað valdar stór óvissa um fortreytirnar fyri langtíðar haldføri hjá almenna fíggjarstandinum.
Av hesum nevndu útsagnum, er tað ikki løgið, at fólki í Føroyum yvirhøvur ikki sær veruligu ræðumyndina fyri sær, tí niðurstøðurnar eru heilt einfalt skeivar.
Flytingin er ikki orsøkin til fólkavøkstur
Orsøkin til fólkavøksturin seinastu nógvu árini er ikki flytingin, men longd lívsævi. Tað doyggja heilt einfalt munandi færri fólk í eldri árum enn fyrr. Vit hava hagtøl tøk frá 1951 til í dag sum vísa, at nettoflytingin samanlagt minkar um fólkatalið. Sveiggini í flytingini eru gamaní stór, men gongdin sveiggjar tvørturum eina miðal-fráflyting í hampuliga góðum samsvari við konjukturgongdina. Flytingin er komandi og farandi, og líka so vist sum konjuktururin vendir, so vendir flytingin.
Men sum Tjóðbankin sigur, so fer fráflytingin møguliga ikki at vera so ógvuslig sum fyrr, tá konjuktururin vendir. Hesin pástandur tykist vera tikin úr leysum lofti, og kann hvørki ásannast ella avsannast. Men lat okkum fyri fyrst lata sum um, at sveiggini í flytingini fara at minka í tíðum sum koma, hvat broytir so tað uppá haldførisavbjóðingina? Tað stutta svarið er, at tað broytir onki yvirhøvur.
Sum prógv fyri hesum kunnu vit her hyggja at hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum frá medio 2013 til medio 2020, umframt medio 2060, sí myndina Fólkatalið - Bæði kyn.
Tann metstóra tilflytingin sæst har svarta linjan, tað er 2020, er omanfyri reyðu linjuna sum er 2013, men hetta er bert galdandi fyri fólk yngri enn 40 ár. Fólk yvir 40 ára aldur flyta stórt sæð ikki. Men talið av pensionistum er eisini vaksið hesi 7 árini. Á myndini Indeks av fólkatalinum 1985-2060 sæst vøksturin serstakliga fyri 67+ og 75+ frá 2013 til 2020.
Samlaða fólkatalið vaks í hesum tíðarskeiði við 9%, aldursbólkurin 0-15 vaks við 6% og 16-66 við 7%, pensionistarnir, 67+, vaks við 22% og 75+ tað sama, 80+ vaks við 9%. Tá vit við søguligum tølum kunnu staðfesta, at talið av pensionistum veksur 3 ferðir so nógv sum arbeiðsstyrkin veksur, hóast metstóra tilflyting, eigur onkur klokka at ringja.
Myndin vísir eisini, at talið av pensionistum byrjaði av álvara at vaksa longu í 2007. Tí er tað ikki ein spurningur um nær úlvurin kemur, ti hann er komin fyri nógvum árum síðani, og er farin at fjølgast í ólukkumát. Hetta visti man sjálvandi áðrenn 2015, hetta var orsøkin til at haldførisútrokningin yvirhøvur var gjørd.
Myndin Eldrabyrðan vísir lutfallið millum 16-66 og 67+, tað vil siga hvussum nógv fólk eru í arbeiðsstyrkini fyri hvønn pensionist.
Í 2013 vóru 4,58 fólk í arbeiðsstyrkini fyri hvønn pensionist, í 2020 er talið komið niður á 4,02. Frá 2013 til 2020 fluttu 2.642 fólk netto til Føroyar. Av hesum komu 84%, tað er 2.219, inn í arbeiðsstyrkina. Í sama tíðarskeiði mistu vit 4.604 fólk pr. 67+ úr arbeiðsstyrkini. Hóast metstóra tilflyting netto, eru vit vorin 4.604 fólk færri til at bera eldrabyrðuna. Um vit hugsa okkum hvussu stór flytingin skuldi verið fyri at lutfallið í 2020 skuldi verið tað sama sum í 2013, skuldu umleið 8.200 fólk flutt netto til Føroya, ella uml. 3 ferðir tað veruligu flytingina. Tí er eyðsæð ongin hjálp at heinta frá møguligari flyting yvirhøvur. Og spurningurin er so um nakar møguleiki er fyri at venda hesi gongdini? Svari er heilt einfalt nei. Tað finst ongin møguleiki yvirhøvur at venda hesi gongd. Vit hava bert eitt at gera, og tað er at laga okkum eftir hesum veruleika. Men, hvussu gera vit tað?
Vælferðin stendur fyri hóttafalli
Tað man verða okkum flestu greitt, at tænastustøði á vælferðar økinum sum heilsurøkt, eldrarøkt og sosialum tænastum er lækka munandi. Trupult er at manna størv til hesar tænastur, bæði tí vit mangla bæði leik og lærd til øki, umframt at størv til hetta heilt einfalt ikki eru til. Í umleið 7 ár eru stórt sæð ongar íløgur gjørdar til búeindir til eldrarøkt, og starvsfólkatalið er heldur ikki broytt, hóast ógvusligan vøkstur í talinum av eldri. Tann vøksturin vit higartil hava sæð er tíverri lítið av miklum. Vøksturin í talið av eldri er tann minni parturin av haldførisavbjóðingini. Afturat vøkstrinum í talið kemur vøskturin í tyngd av tørvi hjá hvørjum einstøkum eldri. Tørvurin eftir tænastum hjá gomlum pensionistum er fleirfaldaður í mun til tørvin hjá yngri pensionistum. Vøksturin av tørvi er tí ikki bara vøkstur sum vit vanliga fata hetta. Vøksturin er eksponentiellur. Vit hava ein áhaldandi vaksandi vøkstur av tørvi, sum varir langt fram um okkara sjónarring.
Heilt grundleggjandi er fíggingin av haldførinum ongin trupulleiki yvirhøvur. Fyri eitt land sum helst er heimsins ríkasta, mált pr. íbúgva, er bert talan um politiskan vilja og onki annað. Men tann stóra avbjóðingin er helst ein bygnaðarligur trupulleiki. Skulu vit nøkta tørvin av vælferðartænastum nú og framyvir, mugu vit m.a. gera íløgur í útbúgvingar, bygningar, normeringar og ikki minst játta hækkingar til lønir av størvum sum kunnu vinna kappingina við lønarlagið í øðrum størvum í samfelagnum. Vit hava tí alstóran tørv á at broyta verandi vinnugreinabýti soleiðis at óproduktivar vinnur verða lúkaðar burtur, hetta serstakliga fyri útflutningsvinnur til fyrimuns fyri heimamarknaðarvinnur.
Keldur: https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB09/framro_fo.px/ tann 19. apríl 2021.
This work is licensed under a Creative Commons Attribution 4.0 International License.