2 min read

Øll fáa meira, flest fáa minni

Inntøkubýtið 2009-2017

Frá 2009 til 2017 vaks bruttoinntøkan frá 9 til 12 milliardir, ella 32%, nettoinntøkan frá 6 til 8 milliardir, ella 36% og beinleiðis skattur frá 3 til 4 milliardir, ella 25%. Sum nakað serstakt minkaði samlaða skattainntøkan við 217 milliónum í 2012 tá flatskatturin bleiv settur í verk. Meginparturin av progressiónini varð tikin úr skattastiganum fyri inntøkur omanfyri uml. 28 túsund um mánaðin. Í 2017 er ein partur av progressiónini innaftur settur í skattastigan, tó er skattatrýsti ikki komið aftur á støðið tað var áðrenn 2012.

Frá 2009 til 2017 er ójavnin í partsbýti av bruttoinntøkuni vaksin við 680 milliónum kr. Tey hægstløntu 5 prosentini hava fingið 340 milliónir meira í sín part, meðan tey lægru 95 prosentini hava fingið 340 milliónir minni.

Í 2012 var tað serliga flatskatturin sum vaks um ójavnan í partsbýtinum, ávirkanin hiðani- frá fjarðaði tó spakuliga burtur frá 2013 til 2015, henda ávirkanin varð burtur í 2016 og 2017.

Samanlagt er størsta orsøkin til vaksandi ójavnan, býti av tí vaksandi bruttoinntøkuni, og staðfestast kann, at tey effektivu lønarkrøvini ikki hava fylgt við hesum vøkstri. Samlaði ójavnin í nettoinntøku í 2017 er vaksin 560 milliónir í mun tl 2009, tey hægstløntu 7 prosentini, tað vil siga mánaðarlønir yvir 52 túsund, hava fingið 280 milliónir meira í sín part, meðan hini 93 prosentini hava fingið 280 milliónir minni.

Í 2009 vóru 8,9% av fólkinum í fátækraváða og í 2017 vóru tey 10,5%. Kostnaðurin av at lyfta øll hesi yvir 5 túsund fólk úr fátækraváða hevði í 2017 verið 96,7 milliónir kr., tað svarar til 0,8% av samlaðu bruttoinntøkuni í 2017. Tað er í stóran mun pensionistar sum mynda vøksturin av fólki í fátækraváða.

Les greiningina: Øll fáa meira, flest fáa minni